Magni Arge er harmur um handtøkuna

25.03.2018 - 14:22
Útheimurin
Magni Arge er harmur um handtøkuna
Magni Arge, fólkatingsmaður, er harmur um, at Carles Puigdemont er handtikin og stúrir fyri framtíðini hjá Katalonia.

Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur víst nógvan áhuga fyri fyrrverandi katalanska forsetanum, Carles Puigdemont, og loysingarstríðnum í Katalonia. Herfyri bjóðaði hann Puigdemont á fund á Christiansborg í Danmark fyri at greiða frá støðuni í Katalonia, og hann hevði ætlanir um at fáa hann til Føroya einaferð í vár.

Magni Arge er harmur um handtøkuna og stúrir fyri framtíðini hjá Katalonia.

Tað var fyrr í dag, at týska løgreglan handtók Charles Puigdemont tætt við markið millum Danmark og Týskland.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129