Løgmaður: Nú hevur samgongan betri møguleikar

02.04.2018 - 15:25
Innlendis
Løgmaður: Nú hevur samgongan betri møguleikar
Enn hevur hann ikki boðið Magna Laksafoss upp í Javnaðarflokkin, men løgmaður sær góðar møguleikar fyri samstarvi, nú Magni er uttanflokkatingmaður

- Eg haldi meg vita, at Magni Laksafoss ikki er heilt ósamdur við samgonguni í fleiri av teimum stóru málunum, samgongan hevur sett sær fyri.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, ið fegnast um, at Magni Laksafoss, sum nú er uttanflokkatingmaður, fer at geva samgonguni størri møguleika fyri at fáa stórmálini hjá samgonguni samtykt.

Samgongan hevur meiriluta fyri pensjónsnýskipanini, men hon manglar enn at fáa 17 atkvøðir fyri veiðigjøldini, sum enn liggja í vinnunevndini.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at hann fer at seta seg í samband við Magna Laksafoss, uttanflokkatingmann, millum annað um veiðigjøldini.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482