Løgmaður hevur onga viðmerking

Løgmaður hevur onga viðmerking
Tað eru einastu boðini úr Tinganesi, tá Kringvarpið spyr eftir samráðingunum millum Aksel V. Johannesen, Høgna Hoydal og Miðflokkin leygarkvøldið
 
20.11.2017 - 11:54

Klokkan ellivu leygarkvøldið fóru teir báðir samgonguleiðararnir á fund við Jenis av Rana og Bill Justinussen. Fundurin vardi í umleið tríggjar tímar.

Kringvarpið royndi allan dagin í gjár at fáa fatur á Akseli V. Johannesen og Høgna Hoydal, men hvørgin teirra tók telefonina. 

Aksel V. Johannesen tekur heldur ikki telefonina fyrrapartin, men umvegis kunningarfólk í Tinganesi fáa vit tey boðini, at løgmaður hevur onga viðmerking til málið.

18 punkt til nýtt samgonguskjal

Miðflokkurin fer seinnapartin á fund við sítt "bakland" fyri at tosa um møguleikarnar fyri, at flokkurin fer í samgongu.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, leggur dent á, at talan verður um nýggja samgongu og ikki víðkan av verandi samgongu.

Miðflokkurin hevur latið løgmanni 18 punkt, sum flokkurin vil hava við í eitt nýtt samgonguskjal.

Fólkaatkvøða um hjúnabandslógina

Hesi punkt siga millum annað, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, um Miðflokkurin skal vera við til at gera fiskivinnunýskipanina, umframt at reglurnar um antitrust skulu vera munandi linari.

Miðflokkurin vil eisini hava eina fólkaatkvøðu næsta ár um broytingarnar, sum eru framdar í hjúnarbandslógini.

Og Miðflokkurin ynskir, at skattafría grundarupphæddin skal fáa frið, og hon skal hækkast til tað støðið, hon var á, áðrenn samgongan lækkaði hana.

Afturat hesum vil Miðflokkurin hava ein landsstýrissess og nevndarsess. Og sunnunáttina setti Miðflokkurin fram ynski um ein skattalætta til lág- og miðallønt.

Kristin undrast

Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, segði við Vágaportalin í gjárkvøldi, at hann undrast á stigið hjá løgmanni at samráðast við Miðflokkin.

- Samgongan vil ikki samráðast um 1-2 punkt hjá okkum, sum vit eru ósamdir um, men um eini 20 punkt hjá Miðflokkinum. Tað undrar meg og eg standi spyrjandi, sigur Kristin Michelsen við Vágaportalin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595