Magn keypt Demich

03.04.2018 - 15:21
InnlendisVinna
Magn keypt Demich
Magn vil flyta seg frá at verða eitt oljufelag til at verða eitt orkufelag. Fyrsta stigið er tikið, næsta stigið er at fáa broytt elveitingarlógina
Hendrik Egholm er samtaksstjóri í Magn, sum nú hevur keypt Demich.
Mynd: Magn  

Oljufelagið Magn hevur stórar ætlanir og ætlar at flyta seg frá einans at verða eitt oljufelag, til at verða eitt orkufelag, ið leggur størri dent á grøna orku.

Fyrsta stigið er nú tikið: Magn hevur keypt Demich, ið millum annað veitir hitaanlegg til privatu húsarhaldini í Føroyum. Sambært Hendrik Egholm, samtaksstjóra í Magn, so fara fyritøkurnar fyrst at arbeiða hvør sær, men við tíðini er ætlanin at arbeiða saman.

Elveitingarlógin má broytast

Tað er tó ein treyt fyri hesum samstarvi millum fyritøkurnar. Tað er, at elveitingarlógin verður broytt, og at latið verður upp fyri kapping á framleiðsluøkinum innan streym. Ikki fyrr enn tá kunnu fyritøkurnar veita eina heildarloysn.

Hendrik Egholm sigur, at um málið um 100% grøna orku á landi í 2030 skal náast, so er neyðugt, at onnur enn SEV sleppa at framleiða streym inn á netið.

Við størri kapping kunnu fleiri bjóða seg fram og harvið fáa prísin niður. Samstundis er tað eitt neyðugt trýst, ið fremur innovatión innan grøna orku í Føroyum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425