El-súkklur fáa fólk at koyra minni í bili

El-súkklur fáa fólk at koyra minni í bili
Ein royndaraverkætlan í Danmark, at lata fólk hava elsúkklu í nakrar mánaðir vísti, at tey eftir tað heldur vildu súkkla, enn koyra bil
 
16.09.2014 - 11:42

Fleiri kommunur í Danmark hava verið við í landsumfatandi tiltakinum, "Royn eina el-súkklu".  Og longu nú síggjast fyrstu úrslitini.

Fyrstu 235 persónarnir hava í miðal súkklað 50 kilometrar um vikuna. Og eftir, at royndartíðin var av, keyptu fleiri sær elsúkklu.

Minni CO2-útlát

Tvær týdningarmiklar orsøkir eru til, at kommunurnar vilja hava fólk at súkkla. Tað er gott fyri likam og umhvørvi. 

Elsúkklur eru umhvørvisvinarligari enn bilar. Hóast súkklan brúkar streym, er útlátið ber 12 gram av CO2 fyri hvønn kilometur, meðan útlátið frá bensinbili er 132 gram í miðal. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846