Handilskríggj kann ikki vinnast

05.04.2018 - 18:41
Útheimurin
Handilskríggj kann ikki vinnast
USA og Kina, umframt heimsbúskapurin, verða øll taparar, um handilskríggj verður millum londini, sigur greinari.

Úr Hvítu Húsunum í Washington er nú komin ein listi við 1300 vørum úr Kina, sum fáa álagt 25 prosent í tolli.

Kina hevur eisini svara aftur við at leggja toll á ávísar amerikanskar vørur.

Orsøkin til handilsstríðið millum Kina og USA er, at amerikanarar halda seg vera fyri vanbýti í handilssamstarvinum. Kina útflytir fyri 375 milliardir dollarar fleiri til USA, enn USA útflytir til Kina.

Kina hevur ikki marknaðarbúskap og nógvar kinesiskar vørur og fyritøkur verða statsstuðlaðar, sum gevur møguleika fyri at dumpa prísir og avlaga kappingina við amerikanskt vørur.

Verður handilskríggj av ósemjuni millum Kina og USA, fær tað eisini avleiðingar fyri Evropa og fer eisini at ávirka prísir á føroyskum vørum, sigur Sverri Justinussen, leiðari á Betri Markets.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815