Eftirspurningurin eftir olju veksur

Eftirspurningurin eftir olju veksur
Orsøkin er, at heimsbúskapurin veksur, Lond, sum ikki eru limir í OPEC, fara helst eisini at selja meiri olju
 
17.01.2020 - 09:10

Eftirspurnignurin eftir olju verður størri í ár, enn hann var í fjør.

Tað sigur altjóða orkustovnurin, IEA, í síni seinastu frágreiðing.

Stovnurin metir, at eftirspurningurin fer at vaksa úr 1,1 milliónum tunnum um dagin upp í 1,2 milliónir tunnur um dagin.

Heimsbúskapurin veksur

IEA byggir metingina á, at Altjóða Valutagrunnurin, IMF, roknar við, at vøksturin í heimsbúskapinum verður 3,4 prosentstig í ár samanborið við til trý prosentstig í fjør.

29 lond eru limir í orkustovninum, og stovnurin ger metingina út frá upplýsingum frá londunum.

Tað eru lond sum USA, Noreg, Guyana og Brasil, sum syrgja fyri, at nóg mikið av olju er á marknaðinum, eftir at londini í OPEC, saman við Russlandi, gjørdu av at minka sína sølu av olju.

IEA væntar, at londini, sum ikki eru limir í OPEC, fara at økja sína sølu av olju í ár við 2,1 millión tunnur, harav fer USA at selja 1,1 millión tunnur um dagin.

Norska oljuvinnan stendur fyri tveimum milliónum tunnum a olju um dagin, skrivar DN.

Spent støða í Miðeystri

Størsta óvissan um oljuna stendst av spentu støðuni í Miðeystri.

Oljuprísurin hækkaði eftir iraksku rakettálopini á støðir í Irak, men hann er síðani lækkaður aftur, niður í 64 dollarar fyri tunnuna.

Gongdin vísir, at Irak er undir stórum trýsti, sigur IEA í frágreiðingini.

Irak selur fýra milliónir tunnur av olju um dagin, og tað er tvær ferðir so nógv sum í 2010.

Men støðan í Miðeystri ger, at serliga londini uttan fyri OPEC eiga at hava nógva olju á goymslu, um viðurskiftini í Miðeystri versna, sigur altjóða orkustovnurin, IEA í frágreiðingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010