Olga Maria til fiskiskap aftur mikudagin

09.04.2018 - 10:47
Innlendis
Olga Maria til fiskiskap aftur mikudagin
Olga Maria var á veg inn á Leirvík við góðum 80-túsund pundum, tá hon mikudagin í síðstu viku sigldi á land norðanfyri Líðarmunnan í Kalsoynni
Mynd: JN.fo  

Trolbáturin, Olga Maria, verður klár at fara til fiskiskap aftur longu seinnapartin mikudagin. 

Olga Maria var á veg inn á Leirvík við góðum 80-túsund pundum av góðum, tá hon mikudagin í síðstu viku sigldi á land norðanfyri Líðarmunnan í Kalsoynni. Báturin slapp sjálvur av aftur og sigldi til lands at kanna skaðan. 

Gulak Gulaksen er reiðari og skipari á Olgu Mariu, at tað var eitt sindur av skaða á bátinum, men at tað ikki var so umfatandi. Gulak Gulaksen væntar tí, at báturin verður klárur til fiskiskap mikudagin. 

Hoyr samrøðu við skiparin omanfyri.

Olga Maria fer væntandi aftur til fiskiskap mikudagin, og tá verða fimm mans við.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037