Helgi Dam Ziska vann talvkappingina í Klaksvík

22.04.2018 - 14:16
ÍtrótturAnnar ítróttur
Helgi Dam Ziska vann talvkappingina í Klaksvík
Hoyr samrøðu við føroyska stórmeistaran, Helgi Dam Ziska, sum aftur er meistari fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa

Tað gjørdist greitt longu í gjár eftir áttanda sigurin á rað hjá honum í Small Nations-kappingini, sum er í Klaksvík. Helgi vann kappingina í 2016 í Luksemburg, og hevur nú endurvunnið hana ógvuliga sannførandi. 

Evropeisku smátjóðirnar, sum annaðhvørt ár kappast í talvi í Small Nations-høpi eru Luksemburg, Kýpros, Monako, Malta, Andorra, San Marino, Liktinstein, Jersey, Guernsey og Føroyar. 
Tíggju telvarar eru við í Small-Nations-kappingini fyri einstaklingar.

Seinasta umfar í kappingini byrjaði klokkan eitt í dag, har Helgi telvaði við svarta fólkinum móti stórmeistaranum Igor Efimov úr Monako, sum er nummar tvey. Talvið endaði fyri 10 minuttum síðani - tað endaði javnt. 

Støðan kl 14

Øll talv eru ikki liðug í dag, og støðan í kappingin er tí nú kl 14, at Helgi vinnur kappingina við 8½ stigi
Igor Efimov úr Monako er nummar tvey við 7 stigum 
og Fred Berend úr Luksemburg er nummar trý við 5½ stigi. 
Hin føroyski telvarin, Olaf Berg, er nummar fimm við 4 stigum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786