Havnar Telvingarfelag føroyarmeistari

Havnar Telvingarfelag føroyarmeistari
Avgerandi dysturin um meistaraheitið í talvi millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag endaði javnur 2-2.
 
18.03.2018 - 14:15

Havnar Telvingarfelag er aftur føroyameistari í talvi.

Seinasta umfar í landskappingini var í gjár. Avgerandi dysturin um meistaraheitið millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag endaði javnur 2-2. Javnleikurin tryggjaði havnarmonnum FM-heitið.

Havnar Telvingarfelag fekk 31½ stig, Sandavágs Talvfelag endaði nummar tvey við 29½ stigi, og nummar trý í 1. deild gjørdist Klaksvíkar Talvfelag við 21 stigum. Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson hava telvað flestu dystirnar á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag í vetur.

Klaksvíkar Talvfelag vann 2. deild og fer tí at hava tvey lið í fremstu deildini næsta kappingarár. Talvfelagið Streymur vann 3. deild og flytur upp í 2. deild.

Havnar Telvingarfelag var eisini føroyameistari í fjør, men fyri tað hevði Sandavágs Talvfelag verið føroyameistari fýra ár í eitt koyr.

Leygardagin byrjar føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar. Telvað verður í Finsen í Havn. Føroyameistarin í fjør - stórmeistarin Helgi Dam Ziska - verður við aftur í meistarabólkinum.

Føroyameistarin 2018 verður funnin Langa fríggjadag, tá kappingin endar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542