Arbeiðið er byrjað at gera býarlund í Klaksvík

27.04.2018 - 19:04
InnlendisPolitikkur
Arbeiðið er byrjað at gera býarlund í Klaksvík
Lundin er partur av samlaðu miðbýarætlanini hjá kommununi, og eftir ætlan verður Biskuptorgið klárt at taka í nýtslu um tveir mánaðar
Mynd: Klaksvíkar kommuna  

Arbeiðið at gera ein býarlund í miðbýnum í Klaksvík er byrjað. 

Lundin fer í fyrstu atløgu at fevna um á leið triðingin av ovara Vágsbøi. Kanjon stendur fyri jørðarbeiðnum og at leggja ein part av Ósánni um, meðan býargartnarin fer at taka sær av grøna partinum, herundir at planta trø og runnar, seinni í summar.

Ætlanin fer at taka 10-12 vikur og er mett at kosta um 900.000 krónur. 

Biskupstorgið væl ávegis

Lundin er partur av skipanaruppskotinum fyri nýggja miðbýin, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað, og við tíðini er ætlanin at víðka um lundina, so hon kann fevna um ein størri part av Akursmørk.

Og hjartað í miðbýarætlanini, Biskupstorgið, verður væntandi klárt hjá fólki og fyritøkum at flyta inn í um tveir mánaðar: 

Byggingin er eitt sindur seinkað, tí ætlanin var, at fyrstu fólkini skulu flyta inn í íbúðirnar á Biskupstorgi longu í mars.

Áhugi fyri vinnuhølunum

Bygningurin er í fýra hæddum, veghæddin er ætlað útleigan til handilslív, ímeðan hinar hæddirnar húsa 30 íbúðum, sum Bústaðir leigar út. Tað eru Bústaðir sum byggir, men Klaksvíkar kommuna hevur bundið seg til at leiga vinnuhølini fyri  600.000 krónur um árið, um handlar ikki flyta inn í hølini.

Men áhugi er fyri vinnuhølunum, hóast ongin greið avtala er undirskriva enn, sigur Jógvan Skorheim:

Tilboð koma skjótt inn
Ein partur av miðbýarætlanini er, at byggja nýtt Mentanarhús. Ætlanin er at byggja uppí gamla Posthúsið, og fer hendan verkætlanin at kosta um 45 milliónir krónir. Arbeiðið er boðið út, og tilboðini koma skjótt inn, vísur bprgarstjórin á.
 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221