Kallar væntandi partarnar saman í dag

09.05.2018 - 10:05
InnlendisSamfelag
Kallar væntandi partarnar saman í dag
Semingsmenninir fara væntandi at kalla kommunulæknarnar og Fíggjarmálaráðið saman í dag, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, eftir at Fasti Gerðarættur seint í gjárkvøldið gjørdi av, at Semingsstovnurin eisini fevnir um sáttmálaøkið hjá kommunulæknunum.

Hetta merkir, at Fíggjarmálaráðið fekk viðhald í, at lógin um seming er galdandi fyri kommunulæknarnar, hóast teir royndu at grundgeva fyri, at sum sjálvstøðugir vinnurekandi vóru teir ikki fevndir av lógini um seming.

Og nú fer Semingsstovnurin í gongd við semingsarbeiðið.

- Tað er soleiðis, at hetta er eitt sáttmálaøki, sum er heilt nýtt fyri okkum, so vit mugu seta okkum inn í alt sáttmálaøkið fyri at finna útav, hvat vendir upp og niður, sigur Terje Sigurðson, semingsmaður.  

Semingstovnurin tók útsetanina av verkfallinum aftur, og tað merkir, at í løtuni hevur Semingsstovnurin ikki útsett nakað verkfall. Semingsstovnurin hevur tó heimild til at útseta verkfallið hjá kommunulæknunum í sjey dagar, tað avgjørdi Gerðarrætturin í gjár. 

Fasti Gerðarættur sigur í sínum úrskurði, at:

"Fasti Gerðarrættur metir samanumtikið, at talan í hesum føri er um eina kollektiva áhugatrætu á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og at Semingsstovnurin tí hevur heimild sambært semingslógini at fara undir semjing viðvíkjandi trætuni millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið í sambandi við, at Kommunulæknafelag Føroya hevur lýst verkfall fyri limir sínar". 

Tað er enn óvist, um fráboðanin um arbeiðssteðg frá Kommunulæknafelagnum enn er galdandi, ella um felagið má koma við nýggjari fráboðan. 

Terje Sigurðsson sigur, at týdningarmiklast er at seta gongd á samráðingarnar millum partarnar, sum væntandi verða kallaðir saman til fund í dag. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Mikudag 22. apríl
Serfrøðingurin um ítróttarskaðar
207416
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Veðrið
207480
Hósdag 23. apríl
Andaktin
207475
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395