Semingsroyndin byrjar í dag

Semingsroyndin byrjar í dag
Semingsstovnurin hevur boðsent Starvsfelagnum, Fíggjarmálaráðnum og KAF til fundar seinnapartin
Semingsmenninir, Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen, fara undir semingsroynd í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2021 - 11:09

Semingsstovnurin fer nú undir semingsroynd millum Starvsfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin. 

Samráðingarnar slitnaðu mánadagin, og eftir ynski frá arbeiðsgevarunum vórðu boð send eftir Semingsstovninum. 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at partarnir koma klokkan 15 í dag. Hann hevur annars ikki hug at gera viðmerkingar til samráðingarnar beint nú, men tað er greitt, at tað er lønarspurningurin, sum skilir partarnar.

Samráðingarnar gingu væl

Mánadagin segði Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, í tíðindaskrivi, at samráðingarnar høvdu gingið væl, til felagið legði sítt krav um lønarhækkingar fram. Tá steðgaði alt upp, og eftir ynski frá arbeiðsgevarunum varð Semingsstovnurin boðsendur, segði Súni Selfoss.

Sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vórðu sagdir upp til 1. oktober.

Galdandi sáttmálar eru í gildi, til partarnir hava vrakað eitt møguligt semingsuppskot, ella semingsstovnurin hevur kastað frá sær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107