Einstaki lærarin avger støðið

12.05.2018 - 14:37
InnlendisSamfelag
Einstaki lærarin avger støðið
- Støðið á undirvísingini í fólkaskúlanum er ov tengt at, hvør lærarin er, sigur Jóhannes Miðskarð

- Støðið á undirvísingin í fólkaskúlanum er ov tengt at, hvør lærarin er.

Soleiðis sigur Jóhannes Miðskarð, sum er Ph.D. og adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu á Námsvísindadeildini.

Hann staðfesti í einum granskingarprojektið í fjør, at lærarar í føroyska fólkaskúlanum eru at meta sum privatpraktiserandi.

Og tað er helst ein orsøk til, at vit hava lesiveikar og lesisterkar flokkar í Føroyum, sum Málmenning staðfesti fyri tveimum vikum síðan.

Granskingarverkætlanina kallaði Jóhannes Miðskarð fyri "Námsfrøðilig leiðsla í føroyskum fólkaskúlum."

Kanningin var kvalitativ, og hann kannaði fýra skúlar í alt.

Hoyr Jóhannes Miðskarð greiða frá í ljóðbrotinum oman fyri greinina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360