Betri marknaðaratgongd

13.05.2018 - 18:30
InnlendisVinna
Betri marknaðaratgongd
Sølufyritøkan North Landing í USA, sum Bakkafrost júst hevur keypt, skal tryggja betri marknaðaratgongd og góða kappingarstøðu í verri tíðum.

Bakkafrost hevur keypt amerikanska sølufelagið North Landing í USA fyri at fáa betri atgongd til amerikanska marknaðinum, og fyri at varðveita eitt gott kappingarføri og eina góða kappingarstøðu á marknaðinum, tá tíðirnar gerast verri. 

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Hann heldur eisini, at tað er ein fyrimunur at hava lagur og skrivstovu á amerikanska marknaðinum.

Bakkafrost hevur seinasta áratíggju havt økt fokus á at menna amerikanska marknaðin, sum er ein av størstu marknaðunum av laksi í heiminum. Alifyritøkan hevur undirskrivað treytaða keypsavtalu við eigararnar av North Landing um at keypa allan partapeningin í North Landing Ltd, og væntast kann at keypið er endaliga góðkent 25. mai.

North Landing er eitt amerikanskt sølufelag, sum selir laks á amerikansku eysturstrondini. Søluskrivstovan hjá North Landind við køli- og frysti goymslu er í Clifton, New Jersey. North Landing var fyrsta amerikanska felagið, sum innflutti feskan laks úr Føroyum, og hevur verið kundi hjá Bakkafrost í meiri enn 10 ár. 36 fólk eru í starvi hjá North Landing, sum framyvir verður skipað sum eitt sjálvstøðugt dótturfelag hjá P/F Bakkafrost. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558