Reiðarar provokera manningarnar móti uppboðssølu

bannari
14.05.2018 - 12:52
Innlendis›Vinna
Reiðarar provokera manningarnar móti uppboðssølu
Høgni Hoydal vil ikki seta í lógina, hvør skal gjalda fyri fiskirættindi, men tað er sjálvsagt, at tann, sum hevur rættin, rindar fyri hann
Høgni Hoydal sigur, at hugsað er nógv um feløgini á arbeiðsmarknaðinum í nýggju fiskivinnulógini.

Tað var og er heldur ikki ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, at manningarnar skulu gjalda fyri kvoturnar, sum verða keyptar á uppboðssølu.

- Eg skilji ikki, hví manningarfeløgini ikki krevja sín rætt og nokta at gjalda, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Hann sigur, at manningarnar hava onga ávirkan á, hvat og fyri hvussu nógv, reiðarar keypa á uppboðssølu.

Manningarnar skulu tí heldur ikki gjalda.

Øll manningarfeløgini hava longt sáttmálarnar við Reiðarafelagið til 1.apríl næsta ár.

Reiðarar fara nú at draga kostnaðin fyri at keypa kvotur á uppboðssølu frá, áðrenn manningin fær sín sáttmálaásetta prosentpart av tí, sum skipið fiskar fyri.

Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, vísir á ein gerðarættarúrskurð frá 2013, har tað varð staðfest, at reiðarar høvdu rætt til at draga útreiðslur frá uppboðssøluni í 2011 frá, áðrenn manningin varð avroknað

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938