Ríkisfelagsskapurin má endurnýggjast

09.06.2018 - 17:41
InnlendisPolitikkur
Ríkisfelagsskapurin má endurnýggjast
Tíðin er búgvin at taka støðu til eitt nýtt slag av felagsskapi millum Føroyar og Danmark, heldur Claus Kragh, redaktørur á MandagMorgen

Poul Michelsen legði sum heild stóran dent á uttanríkispolitikk og sambandið millum Danmark og Føroyar í formansrøðuni á landsfundinum hjá Framsókn. Hann segði, at Føroyar eiga at fara burturúr ríkisfelagsskapinum og síðani finna ein annan máta at samstarva við Danmark. Eitt samstarv, ið serliga snýr seg um verju, trygd og valuta. 

Gestarøðari á landsfundinum hjá Framsókn var Claus Kragh, evropa-redaktørur hjá danska net-miðlinum Mandag Morgen. 25. apríl skrivaði Kragh eina oddagrein í Mandag Morgen, har hann undir yvirskriftini "Tíðin er komin til ríkisfelagsskapin 2,0" lýsti støðuna í ríkisfelagsskapinum og tørvin á at endurnýggja henda felagsskap. 

Claus Kragh heldur, at Føroyar eru væl fyri at taka sjálvstýri, og støða má takast til eitt nýtt slag av sambandi millum Føroyar og Danmark. Men samstundis broytist Evropa og verjustøðan í heiminum seg eisini, og tí fer evropeiskt samstarv at hava ein stóran leiklut - bæði fyri Føroyar og Danmark. 

Hoyr samrøðu, sum Lív Mikkelsen gjørdi við Claus Kragh, við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179