Privatir aktørar mugu sleppa framat

22.06.2018 - 14:44
InnlendisPolitikkur
Privatir aktørar mugu sleppa framat
Fyri at røkka orkupolitisku málinum hjá samgonguni mugu privartir aktørar eisini sleppa framat, sigur forstjórin í Magn, Hendrik Egholm.

SEV megnar ikki einsamalt at framleiða streym úr varandi orkukeldum, um vit skulu liva upp til orkupolitisku ætlanina hjá samgonguni. Tað sigur Hendrik Egholm, forstjóri í Magn.

Framleiðslan av grønari oku má økjast 3,5 ferðir innan 2030, um orkupolitisku málini hjá samgonguni skulu røkkast. Tað er ein av niðurstøðunum í orkupolitiska álitinum, sum varð handað landsstýriskvinnuni í orkumálum í gjár. 

Ætlanin hjá samgonguni er, at helvtin av allari upphiting á landi skal vera grøn í 2025, og øll elorka á landi skal skal koma frá varandi orkukeldum í 2030. 

Men fyri at røkka hesum málinum, so mugu privartir aktørar eisini sleppa framat at selja beinleiðis til brúkaran, sigur forstjórin í Magn, Hendrik Egholm.

Sum støðan er í dag, er tað bara SEV, sum kann selja streym beinleiðis til brúkaran, og tí kann tað ikki loysa seg fíggjarliga hjá privatum aktørum at gera íløgur í grøna orku, sigur Hendrik Egholm, sum vil hava lógina broytta. 

- Vit vilja gjarna spæla ein týdningarmiklan leiklut á hesum marknaðinum, men vit merkja ikki ordiliga tað, at politiska skipanin og orkubólkurin, sum hevur gjørt ætlanina, hava sama hug, sigur hann.

- Eg haldi tey undirmeta uppgávuna, og tey vilja gera stórar kollveltandi broytingar uttan at broyta lógarverk og marknað, soleiðis at tað líkist londini rundan um okkum, sigur forstjórin í Magn.

Hoyr samrøðuna við Hendrik Egholm, forstjóra í Magn, omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815