Yvir helvtin av streyminum frá SEV í fjør var grønur

Yvir helvtin av streyminum frá SEV í fjør var grønur
Ongantíð áður er so nógv burðardygg elorka gjørd í Føroyum, sigur SEV. Góð 52 prosent vóru grøn orka
Í Suðuroynni merkja tey veruliga grøna orkuskiftið eftir at vindmyllurnar í Porkeri byrjaðu at framleiða. 56 samdøgur í fjør var allur streymur, sum bleiv brúktur í Suðuroy, grønur
Mynd: SEV  
 
19.01.2023 - 08:27

Yvir helvtin av streyminum, sum SEV seldi í fjør, var grønur.

Góð 52 prosent vóru grøn orka.

Ongantíð áður er so nógv burðardygg elorka gjørd í Føroyum, sigur SEV.

 

56 samdøgur við grønari orku

Í Suðuroynni var orkan 100 prosent burðardygg í 56 samdøgur.

SEV seldi 2,3 prosent meira streym í 2022 enn í 2021.

 

Met nógvur streymur keyptur

SEV hevur ongantíð selt so nógvan streym sum í fjør.

SEV gjørdi 90,8 prosent av streyminum, Vindrøkt og Røkt gjørdu 7,9 prosent og Førka 1,3 prosent.

Sundsverkið brúkti minni olju, tí verkið gjørdi 21 prosent minni streym enn í 2021, tí meira kom frá vatni og vindi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107