Gronin tók við grótkastið

25.06.2018 - 10:08
Innlendis112
Gronin tók við grótkastið
Tað var gronin hjá bingjuskipinum Perseus, sum tók við nýggja grótkastið í Tórshavnar Havn, tá Perseus í gjárkvøldið bleiv fastur í grótbrotinum.

Hetta hendi, tá bingjuskipið snaraði runt fyri at bakka inn í Havnina. Tað sigur Jónsvein Lamhauge, Havnameistari í Tórshavnar Havn. 

Tað eydnaðist at hála Perseus leysan aftur í nátt. Skipið, sum kom úr Íslandi, lossar nú í Havn.  

- Nú verða sikkurt onkrar kanningar gjørdar umborð, men tað eru vit so ikki partur av, sigur Jónsvein Lamhauge, sum ikki veit at siga, hví skipið rann á grótkastið.

Hann sigur, at grótkastið var uppmerkt sambært galdandi reglum og eftir tilmæli frá Landsverki og Søfartsstyrelsen, og havnafútin sigur, at grótkastið er nóg væl uppmerkt.

Hoyr Jónsvein Lamhauge greiða frá hendingini í ljóðbrotinum omanfyri. 

Her sæst videobrot frá løtuni, tá Persues varð hálaður leysur. Odd Dam eigur myndirnar:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762