Trapputing úr Suðuroy: Kommunurnar mugu leggjast saman

Trapputing úr Suðuroy: Kommunurnar mugu leggjast saman
Suðuroyingar eiga at vera saman um Suðuroynna í einari kommunu í framtíðini. Tað kom fram á Trapputinginum í Salti í gjár. Men ósemja millum bygdirnar ger tað trupult
Hvalbingar eru á val um kommunusamanlegging
Mynd: savnsmynd  
 
14.03.2026 - 17:50

Kommunurnar í Suðuroy eiga at leggjast saman til eina. Tað var tað eingin ivi um millum teir 11 suðuroyingarnar, sum vóru við í sendingini Trapputing, sum bleiv send úr Salti í Suðuroy í gjárkvøldið. 

Men ein ósemja millum bygdir - sum fer so langt aftur, at Suðuroyingar ikki sjálvir tykjast at minnast upprunan - hevur í fleiri ár forðað fyri einum breiðum samstarvi.

Tí meta fleiri suðuroyingar nú, at samanlegging av kommunum eigur at samtykjast við lóg.

 

Eingin semja millum politikarar

Tríggir politikarar viðmerktu sendingina Trapputing í livebloggi á kvf.fo í gjárkvøldið.

Og her vóru meiningarnar ymiskar um samanlegging av kommunum í Suðuroynni.

Sí livebloggin frá Trapputinginum í Suðuroy

Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin, segði seg ikki vilja vera við til at tvinga nakra samanlegging ígjøgnum.

Dennis Holm úr Tjóðveldi segði seg eisini vera ímóti at leggja kommunurnar saman við lóg. 

Jóhan M. Stenberg segði seg hinvegin hava ta einfaldu meining, at kommunurnar eiga at leggjast saman. Tó sigur hann einki um, um hetta eigur at vera gjørt við lóg.

 
1800879

Trapputing úr Suðuroy 13. marts 2026

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558