Eini 10 fólk hava fingið afturkallaðan heilivág

06.07.2018 - 13:44
InnlendisHeilsa
Eini 10 fólk hava fingið afturkallaðan heilivág
Heilivágsstýrið hevur afturkallað heilivág fyri ov høgt blóðtrýst, sum eisini er útflýggjaður her í Føroyum
Heilivágur, sum inniheldur valsartan, er afturkallaður, tí hann kann vera heilsuskaðiligur

Men tey mongu, sum taka heilivág fyri ov høgt blóðtrýst, skulu ikki óttast. Fáir føroyingar, kanska færri enn 10, eru í viðgerð við júst hesum heiliváginum, sigur Elin Mouritsen, deildarleiðari hjá Landsapotekaranum.
Danska Heilivágsstýrið hevur sent ávaring út um, at eitt møguliga vandamikið evni er staðfest í ávísum blóðtrýstheilivági.
- Eingin bráfeingis vandi er fyri sjúklingarnar, men vit vita frá royndum við djórum, at evnið kann elva til krabbamein hjá teimum (djórunum, red.), sigur Doris Stenved, sum er yvilækni í Heilivágsstyrinum, sum metir at eini 1200 danir eru í viðgerð við heiliváginum, sum nú verður afturkallaður.
Tølini í Føroyum eru, sum nevnt, eisini sera lág, kanska færri enn 10 eru í viðgerð við júst hesum umrødda heiliváginum, sigur Elin Mouritsen, deildarleiðari.
Landsapotekarin fór beinanvegin fyrrapartin undir at seta seg í samband við tey, sum hava fingið heilivágin útflýggjaðan, og Elin Mouritsen sigur við útvarpið, at væntandi hava øll fingið telefonboð í dag.
Apotekið sigur soleiðis um málið á heimasíðu sínari apotek.fo:

"Valsartan fyri blóðtrýstið og hjartað er afturkallað.

Kundar, ið eru í viðgerð við ávísum heilivági, sum inniheldur Valsartan, skulu seta seg í samband við lækna.

Lægemiddelstyrelsen hevur afturkallað ávísan heilivág, ið inniheldur Valsartan. Møgulig heilsuskaðilig óreinska kann vera í hesum heilivági.

Les meira her, hvørji sløg og vørunummur eru afturkallað.  

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558