Tilflytarar skulu hava betri fortreytir í Føroyum

17.07.2018 - 15:26
Lívsstílur
Tilflytarar skulu hava betri fortreytir í Føroyum
Luciana Santos, ið er úr Brasilia, heldur ikki, at tað er nøktandi, at tað er tilvildin, ið skal avgera, hvussu tilflytarar fóta sær í Føroyum

At koma til eitt nýtt land kann hava nógvar avbjóðingar við sær. Í Føroyum er tað helst tilvildin, ið avger, hvussu tilflytarar fóta sær, tí í Føroyum er eingin yvirskipaður integrasjóns-politikkur. 

Luciana Santos, sum kemur úr Brasilia, kom til Føroya fyri 12 árum síðani. Hon heldur, at hon var heppin at koma til eina góða familju, ið lærdi hana føroyskt, tí frá landsins síðu var einki gjørt fyri at tryggja hesum. Hon hevur annars tikið egið intiativ til at læra seg málið, men vísir samstundis á, at tað ikki eru allir tilflytarar, ið eru líka førir fyri hesum.

- Eg haldi ikki, at integrasjónsøkið skal yvirtakast, tí tað megna Føroyar ikki. Men sjálvsagt skal ein integrasjóns-politikkur orðast, heldur Luciana Santos, ið er tilflytari til Føroya. Umframt tað er hon búskaparfrøðingur og hevur arbeitt innan føroysku fyrisitingina. 

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037