Listafólk skulu vera tilvitað um sína list

24.07.2018 - 16:28
ListSniðgeving
Listafólk skulu vera tilvitað um sína list
Fróðskaparsetrið fer í næstum at bjóða út útbúgving í listaligum arbeiði. Ætlanin er, at listafólk skulu gerast meiri tilvitað um listina, tey gera

Ung evnarík fólk leita sær ofta uttanlands, tá talan er um, at nema sær útbúgving í listarligum arbeiði. Men nú verður hetta ikki neyðugt. Fróðskaparsetrið fer komandi ár at taka fyrstu studentarnir inn á nýggju útbúgvingina í listarligum arbeiði. Útbúgvingin verður helvt um helvt ástøðilig og verklig. Lærarar verða føroyskir granskarar, útlendskir gestalærarar og føroysk og útlendsk listafólk.

Nýggja listaútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum hevur eina serliga játtan, og verður tí ikki ávirkað av, at Setrið skal spara, sigur Bergur Djurhuus Hansen,sum er ein av samskiparunum av útbúgvingini. 

- Ætlanin við útbúgvingini er, at listafólk skulu verða meiri tilvitaði um listina, tey gera, sigur Bergur Djurhuus Hansen, samskipari.

Summartímin týsdagin 24. juli

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290