- Umsorganarheimið Gloria hevur bjargað mær

09.08.2018 - 19:34
ListSniðgeving
- Umsorganarheimið Gloria hevur bjargað mær
Josias Hansen var heimleysur og komin í rúsdrekkatrupulleikar. Hetta er í dag broytt, eftir at umsorganarheimið Gloria hjálpti honum úr aldudalinum

Gloria, ið er eitt heim fyri heimleys, lat upp í mars. Har er pláss fyri átta búfólkum, men eftirspurningurin sera stórur. Ikki bara í Klaksvík, men eisini aðrastaðni í landinum.
Umsorganar heimið hevur longu røkkið sínum endamáli, har tey hava hýst heimleysum fólkum í svári neyð, hjálp. Ein teirra er Josias Hansen.
- Eg kom at toppast við mína egnu familju orsakað av rúsdrekkatrupulleikum, og tí gjørdist eg heimleysur. Í dag er alt broytt. Umsorganarheimið "Gloria" hevur givið mær vónina aftur. Eg havi fingið samband við familjuna aftur. Soleiðis Josias Hansen, sum er ein av húsfólkunum í umsorganarheiminum Gloria.
Tað er samkoman Soli Deo Gloria, ið er høvuðsaktørurin aftanfyri umsorganarheimið.

Summartímin hósdagin 9. august

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762