- Núverandi lóggáva er ov gomul

11.08.2018 - 13:07
InnlendisSamfelag
- Núverandi lóggáva er ov gomul
Fyri at skipa ferðavinnuna betur, má lóggávan á økinum endurnýggjast, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands.

Menningardeildin hjá Visit Faroe Islands byrjaði 1. apríl í ár. Endamálið við deildini er at menna ferðavinnuna innanlands í Føroyum. 

Ætlanin er fyrst og fremst at orða eina ætlan, sum skal siga, hvussu vit vilja hava Føroyar sum ferðamannaland, sigur Jóhan Pauli Helgason, sum er leiðari á menningardeildini.

Tað, sum tó er høvuðsavbjóðigin í føroysku ferðavinnuni innanlands, er lóggávan á økinum. Jóhan Pauli Helgason sigur, at tað er trupult at skipa ferðavinnuna, sum hon er nú, tí formligu amboðini mangla. 

Í gjár avgjørdu hagastýrismenninir í Mykinesi, at steðga allari gongd út í Mykineshólm orsakað av øktu ferðsluni og ringa veðrinum. Lendið er slitið, og tí er avgerð tikin um at lata hagan hvíla restina av mánaðinum fyri fyrst. 

Mykines er eitt dømi um, at ferðavinnan og serliga gongdin í haganum má skipast betur, soleiðis at vit kunnu hava eina burðardygga ferðavinnu í Føroyum, sigur Jóhan Pauli Helgason. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112