Merkja lítið til niðurgongdina

13.08.2018 - 11:50
InnlendisVinna
Merkja lítið til niðurgongdina
Talið av ferðafólkum, sum sigla við Norrønu til Íslands, er tað sama sum í fjør, hóast færri ferðafólk, sum heild, ferðast til Íslands í ár.

Tað merkist ikki á ferðafólkatalinum umborð á Norrønu, at ferðafólkini úr evropeiska meginlandinum, sum fara til Íslands, eru um 20 % færri í ár enn í fjør.
Tað sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.

Jóhannes Þór Skúlason, stjóri í felagnum hjá teimum, sum selja ferðafólki tænastur í Íslandi, segði herfyri við íslendska kringvarpið, at tað koma 20 færri ferðafólk úr Evropa til Íslands í ár sammett við í fjør. Orsøkin er at íslendska krónan er vorðin sterkari og lønirnar eru farnar upp, og tí er tað vorðið dýrari í Íslandi. Tað er serliga torførari enn væntað at fáa ferðafólk til Íslands alt árið, og ikki fyrst og fremst um summarið. 

Hóast ongin niðurgongd er í ferðafólkatalinum, sum ferðast við Norrønu til Íslands, so hevur Smyril Line tó ikki sæð eina øking í eftirspurninginum eftir ferðum til Íslands í ár.

Tað er bert Norrøna, sum siglir rutusigling við ferðafólki millum Evropeiska meginlandið og Ísland, og tí hevur Smyril Line merkt, at talið av ferðafólkum sum fara til Íslands er vaksið nógv serinastu árini. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001