Visit Faroe Islands um Klæmintsgjógv: "Eitt heimsmet er stórt fyri okkum"

Visit Faroe Islands um Klæmintsgjógv: "Eitt heimsmet er stórt fyri okkum"
Ferðavinnan fer heilt vist at fáa ágóðan av, at Klæmintsgjógv er heimsins størsta helli, sigur stjórin í Visit Faroe Islands
"Tað, at vera størst í heiminum, er altíð ein góð søga", sigur stjórin í Visit Faroe Islands um 3D skanningina av Klæmintsgjógv.
 
11.08.2024 - 12:59

Klæmintsgjógv í Hesti er heimsins størsta helli. Tað var staðfest tann 19 juli, tá ið 3D skanningar vóru gjørdar í hellinum. 

Tað er ein góð søga hjá okkum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. 

Ferðavinnan fer heilt vist at fáa ágóðan av hesum, sigur Guðrið Højgaard, sum væntar, at nýggja heimsmetið kann fáa fleiri ferðafólk til Føroya. 

Visit_Faroe_Islands_um_Klaemintsgjog_LIDUGT

 

Higartil hevur eitt helli í Nýsælandi havt metið, men í juli vóru 3D-skanningar gjørdar í Hesti, og greitt var altso, at talan er um eitt nýtt heimsmet. 

Rikoriko í Nýsælandi er 221.494 rúmmetrar, men sambært skanningini er Klæmintsgjógv umleið sjey túsund rúmmetrar størri og undir vatninum er tað umleið 50.000 rúmetrar størri.

Henry Henderson-Genefaas, tekniskur serfrøðingur, gjørdi skanningina. Aftrat honum vóru Gethin Wyn Roberts, sum er dátuserfrøðingur á Umhvørvisstovuni og Anne Marie Berg Norby, sum er uppmátari á Landsverki. 

Til ber at síggja skanningina av Klæmintsgjógv her: Heimsins størsta helli er í Hesti

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: EM-undansending
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647