Tí fáa flogfeløg stuðul frá Vága floghavn

15.08.2018 - 16:24
InnlendisVinna
Tí fáa flogfeløg stuðul frá Vága floghavn
Flogvallir í øðrum londum lata eisini flogfeløgum stuðul. Og Vága Floghavn skal eisini vera kappingarfør í so máta.

Tað sigur Gudny Langgaard, nú tað aftur fer at bera til hjá flogfeløgum at søkja Vága floghavn um stuðul at skipa fyri marknaðarføringsátøkum uttanlands, sum virka fyri at betra leiðirnar til Føroya og úr Føroyum.

Vága floghavn hevur játtað tvær milliónir krónur næsta ár til marknaðarføring.

LES EISINI: STUÐUL TIL FLOGFELØG LATAST

Ein einstøk fyritøka kann í mesta lagi fáa 700.000 krónur.

Freistin at søkja er 1. mai næsta ár. Ein trímannanevnd hjá Vága floghavn skal viðgera umsókirnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533