Tign finst hvassliga at VEKS

27.08.2018 - 17:58
InnlendisSamfelag
Tign finst hvassliga at VEKS
Felagið Tign finst hvassliga at avgerðini hjá Veks-samstarvinum um at flyta ein dementan mann á nýtt røktarheim.

Felagið Tign finst hvassliga at avgerðini hjá Veks-samstarvinum um at flyta 80 ára gamla mannin av røktarheiminum, har hann hevur búð seinastu árini.

LES EISINI: VEKS flytur dementan mann á nýtt røktarheim

Tign er áhugafelag hjá teimum, sum vegna brek ella aldur, hava tørv á røkt.

Málið er sera illa handfarið, sigur Betsy Ludvig, sum er skrivari í Tign og eisini løgfrøðingur.

- Vit hava sæð avgerðina, sum er grundað á fíggjarlig atlit. Avgerðin er eitt alt ov stórt inntriv, til at grunda avgerðina á fíggjarlig atlit. Tað er sera illa handfarið, sigur Betsy Ludvig. 

Tað ber ikki til at fara í holt við hetta, uttan at fremja hoyring, tí tá verða hvørki fyrisiting ella mannarættindi vird, leggur Betsy Ludvig afturat. 

Tign hevur kært málið til kærunevndina í Almanna- og Heilsumálum, men Tign hevur ikki kærurætt.

- Eg eri bangin fyri, at málið endar við, at hann fer at líða órætt, meðan vit øll standa og hyggja, tí vit ikki fáa gjørt nakað, sigur Betsy Ludvig.  

Hoyr samrøðu við Betsy omanfyi.

SÍ EISINI: Noyddur at flyta røktaraheim

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786