Varðin Pelagic royndarkoyrast mikudagin

28.08.2018 - 13:47
InnlendisVinna
Varðin Pelagic royndarkoyrast mikudagin
Í morgin tíðliga verða maskinurnar á nýbygda virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri royndarkoyrdar.

9. juni 2017 brann Varðin Pelagic í grund. Síðani hevur verið arbeitt miðvíst við at endurreisa Varðan Pelagic og gera virkið klárt aftur til framleiðslu til makrelvertstíðina, sum byrjar síðst í hesum mánaðinum. 

Í morgin, sindur meira enn eitt ár eftir eldin, verður aftur lív í Varðanum Pelagic, tá maskinurnar loksins skulu tendrast og royndarkoyrast.

Tróndur í Gøtu kemur inn við 350 tonsum av makreli, og ætlanin er, at makrelurin skal framleiðast á Varðanum Pelagic. 

- Tað er ringt at meta um, hvussu tað fer at ganga, men vit mugu bara byrja spakuliga, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic.

Nýggja virkið, sum verður royndarkoyrt nú, hevur nógvar, nýggjar hentleikar. Ætlanin er, sambært Boga Jacobsen, at fiskurin skal landast skjótt, soleiðis at skipini sleppa skjótt út aftur til fiskiskap. 

Í morgin, tá virkið verður royndarkoyrt, verða bæði starvsfólk og veitarar við.

- Tað eru bæði okkara egnu starvsfólk, sum vera har. Umframt tað eru fólk við frá øllum Evropra, sum eru við til at royna maskinurnar. Tað eru øgiliga nógv fólk á virkinum, tá tað verður byrjað upp aftur, sigur stjórin á Varðanum Pelagic. 

Tá virkið brann í grund mistu fleiri starvsfólk arbeiðið, og tá varð sagt, at øll starvsfólkini, sum arbeiddu á virkinum áðrenn eldin, skuldu fáa bjóðað arbeiði á nýggja virkinum. Bogi Jacobsen fegnast um, at virkið fer at hava tørv á nógvari arbeiðsmegi, soleiðis at fólk aftur kunnu starvast á Varðanum Pelagic.

- Vit koma leypandi at seta fólk. Vit hava tikið nógv fólk inn nú, og tað eru eisini nógv, sum hava verið til arbeiðis alla hesa tíðina. Summi av teimum, sum vóru tá, hava fingið onnur arbeiði ella eru farin í skúla, men vit vilja gjarna, at tey fáa møguleika at koma aftur, sigur stjórin á Varðanum Pelagic. 

Virkið sum nú er bygt uppaftur er umleið 150 metrar langt og 50 metrar breitt. Gólvvíddin er tilsamans 7.500 fermetrar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta í Vágs kirkju
207283
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227