Trot á vinnuligum bussførarum

28.08.2018 - 09:36
InnlendisSamfelag
Trot á vinnuligum bussførarum
Hans Jákup Hermansen, koyrilærari, heldur, at fyri at bøta um støðuna og fáa fleiri bussførarar, er fyrst og fremst neyðugt at broyta útbúgvingina.

Nú trot er á vinnuligum bussførarum, mælir Hans Jacob Hermansen, koyrilærari til, at útbúgvingin verður endurskoðað.

Fleiri mugu eggjast til at fáa sær vinnuligt busskoyrikort, og so eigur eitt hámark at setast fyri, hvussu leingi bussførarar hava loyvi at koyra uttan at steðga.

Hans Jákup Hermansen heldur, at fyri at bøta um støðuna og fáa fleiri bussførarar, er fyrst og fremst neyðugt at broyta útbúgvingina. 

Skalt tú taka vinnuligt busskoyrikort í Føroyum, skalt tú verða 21 ár, og frammanundan bæði hava vanligt koyrikort, stóra koyrikortið og busskoyrikort. Harafturat skal tú javnan hava koyrt stóran bil yvir 5 tons í eitt ár innan fyri eitt trý ára skeið.

Men í Danmark og í londunum rundan um okkum eru krøvini ørðvísi. Í Danmark skalt tú eisini verða 21 ár, men tú skalt bara hava koyrikort til vanligan bil - og ikki til lastbil og buss sum í Føroym. 

Hetta ger møguliga, at fólk fara til Danmarkar at taka útbúgvingina, heldur Hans Jákup Hermansen, og tí áttu krøvini til fólk, sum ætla at taka vinnuligt bussførarakoyrikort, at líkst meira krøvunum í grannalondunum, heldur hann.

Hans Jákup Hermansen vísir eisini á, at eitt hámark skal setast yvir, hvussu leingi bussførarar kunnu koyra.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín moður
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498
Hósdag 19. februar
Anna Lovisa: Røttu skógvarnir
204499