Oljufeløg framvegis áhuga fyri føroyska økinum

02.09.2018 - 13:04
InnlendisSamfelag
Oljufeløg framvegis áhuga fyri føroyska økinum
Open door-skipanin er áhugaverd hjá oljufeløgunum, sigur stjórin í Føroya Oljuídnaðarbólki

Hóast eingin áhugi var fyri fjórða leitiumfari, hava oljufeløgini ikki slept føroyska økinum.

Og tá møguleiki verður at biðja um loyvi at leita eftir Open-door-skipanini, fara oljufeløgini heilt vist at liggja framvið at sleppa í aftur føroyskt øki.

Tað sigur Jan Muller, stjóri í Føroya oljuídnaðarbólki, sum umboðar oljufeløgini, ið hava leitað eftir olju undir Føroyum.

Fleiri oljufeløg leita í løtuni eystan fyri føroyska markið.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 14.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373