- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spurningur settur við gegnið
Norðlýsið hevur reist spurningin um gegnið hjá Kristiani Eli Zachariasen í samband við, at býráðið samtykti at loyva Bakkafrosti at hegna inni partar av havnarøkinum í Klaksvík.
Kristian Eli Zachariassen er býráðslimur fyri Sjálvstýri. Men hann starvast eisini sum bólkaleiðari á Bakkafrosti. Kristian Eli Zachariassen var avgerandi atkvøðan. Og hetta undrar eisini Gunnvá við Keldu, sum situr í býráðnum fyri Fólkaflokkin.
Óluva Klettskarð umboðaði Tjóðveldi á fundinum. Hon sigur seg hava spurt Kristian Eli Zachariassen, um hann ikki metti seg vera ógegnigan í viðgerðini av málinum, tá hann er í starvi hjá Bakkafrosti. Óluva Klettskarð sigur, at svarið, hon fekk, var, at Kristian Eli Zachariassen ikki metti seg vera ógegnigan at viðgera málið.
Umsitingin í býráðnum mælti frá, at loyvi var givið at hegna inni partar av havnarøkinun. Men meirilutin valdi kortini at samtykkja málið.
Tak niður
Sí eisini