Spurningur settur við gegnið

06.10.2018 - 17:52
Innlendis
Spurningur settur við gegnið
Tá býráðið í Klaksvík samtykti at loyva Bakkafrosti at hegna inni partar av havnaøkinum, var eitt starvsfólk hjá Bakkafrosti avgerandi atkvøðan.

Norðlýsið hevur reist spurningin um gegnið hjá Kristiani Eli Zachariasen í samband við, at býráðið samtykti at loyva Bakkafrosti at hegna inni partar av havnarøkinum í Klaksvík.

Kristian Eli Zachariassen er býráðslimur fyri Sjálvstýri. Men hann starvast eisini sum bólkaleiðari á Bakkafrosti. Kristian Eli Zachariassen var avgerandi atkvøðan. Og hetta undrar eisini Gunnvá við Keldu, sum situr í býráðnum fyri Fólkaflokkin.

Óluva Klettskarð umboðaði Tjóðveldi á fundinum. Hon sigur seg hava spurt Kristian Eli Zachariassen, um hann ikki metti seg vera ógegnigan í viðgerðini av málinum, tá hann er í starvi hjá Bakkafrosti. Óluva Klettskarð sigur, at svarið, hon fekk, var, at Kristian Eli Zachariassen ikki metti seg vera ógegnigan at viðgera málið.
Umsitingin í býráðnum mælti frá, at loyvi var givið at hegna inni partar av havnarøkinun. Men meirilutin valdi kortini at samtykkja málið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558