Bakkafrost 600 milliónir í avlopi í øðrum ársfjórðingi

Bakkafrost 600 milliónir í avlopi í øðrum ársfjórðingi
Tilsamans vóru tikin 19.700 tons í kruvdari vekt bæði í Føroyum og Skotlandi
Laksaprísurin setur met. Hann var 70 prosent hægri í øðrum ársfjórðingi í ár enn somu tíð í fjør.
 
23.08.2022 - 08:25

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost-samtakinum í øðrum ársfjórðingi var meira enn hálv milliard, tað var 587 milliónir krónur. 

Laksaprísurin var methøgur. Hann var 70 prosent hægri enn í øðrum ársfjórðingi í fjør.

Bakkafrost sigur, at lúsatølini vóru metlág samanborin við tølini í øðrum ársfjórðingi seinastu átta árini. Fellið var lítið, og vøksturin var góður. 

 

Tóku 19.700 tons

Tøkan í øðrum ársfjórðingi hjá Bakkafrosti í Føroyum og Skotlandi var 19.700 tons í kruvdari vekt.

Hon var 28.200 tons í sama ársfjórðingi í fjør. 

Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var tvær milliardir og 267 milliónir krónur tann 30.juni.

Eingin laksur verður seldur til Russlands nú.

 

Regin Jacobsen er stjóri í Bakkafrosti.

 

Tríggjar smoltstøðir í Skotlandi

Bakkafrost ætlar komandi árini at byggja tríggjar smoltstøðir í Skotlandi.

Arbeiðið byrjar væntandi í heyst.

Fyrra hálvárið gjørdi Bakkafrost íløgur fyri 447 milliónir krónur, 261 teirra vóru í Føroyum.

1.653 ársverk eru hjá Bakkafrosti.

 

Hoyr innslag hjá Tróndi Olsen um úrslitið hjá Bakkafrosti í útvarpstíðindunum: 

23082022_Bakkafrost_raettad

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087