Ólógligur fiskiskapur skal steðgast

17.10.2018 - 20:17
InnlendisVinna
Ólógligur fiskiskapur skal steðgast
Ólógligur, óskipaður og ófráboðaður fiskiskapur kring heimin skal steðgast, sigur Høgni Hoydal, fiskimálaráðhaari

Ólógligur, óskipaður og ófráboðaður fiskiskapur kring heimin skal steðgast.

Arbeitt hevur verið við ætlanini í fleiri ár, og á eini ráðstevnu í Keypmannahavn fyrradagin skrivaðu Føroyar saman við fleiri øðrum londum undir eina avtalu um samstarv. Talan var um fjórðu ráðstevnuna um evnið.

Hildið verður, at fimtihvør fiskur sum verður seldur, er fiskaður ólógliga, og at talan er um meir enn 150 milliardir krónur, sum hvørt ár hvørva av ólógliga fiskiskapinum.

Týdning at samstarva við heimsins lond

Føroyar hava verið virknar í altjóða samstarvi seinastu árini, og eitt aðalmál hevur verið at fáa smá lond, sum eins og Føroyar hava stórt havøki, at savnast um felags áhugamál.

Tey flestu londini eru í Suðurkyrrahavinum, har nógvur ólógligur fiskiskapur fer fram, og á ráðstevnuni var fundur við fleiri av teimum londunum fyri at fáa tey við í samstarvið, sigur landsstýrismaðurin

Tað hevur týdning at samstarva, tí tað kann gerast ein fyrimunur fyri Føroyar um viðurskiftini verða samskipað, tí tá kann meir fáast fyri fiskin, sum er neyðugur kring allan heimin, sigur Høgni Hoydal.

10 lond við í avtaluni

Útivið 10 lond er við í avtaluni higartil, tey eru: Føroyar, Noreg, Indonesia, Sri Lanka, Namibia, Ghana, Solomonoyggjarnar, Palau og Kiribati.

Londini hava egna lóggávu, sum miðar eftir at steðga ólógliga fiskiskapinum, og tað er eitt stórt framstig, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Vil hava ráðstevnuna til Føroyar

Ætlanin er at ein slík ráðstevna skal vera í Føroyum í september næsta ár. Tá verður serligur dentur lagdur á eftirlit, har altjóða løgreglufelagskapurin, Interpol skal vera við.

Og so skulu fiskivinnuskipanir umrøðast, eins og hvussu meir kann fáast burturúr havsins tilfeingi.

Ætlanin er at fáa so nógvar stórhavstjóðir sum møguligt við á ráðstevnuna, sigur Høgni Hoydal, sum skrivaði undir sáttmálan fyri Føroyar.

Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117