Avgerðin hjá Kappingarráðnum kærd

26.10.2018 - 13:16
InnlendisSamfelag
Avgerðin hjá Kappingarráðnum kærd
Avgerðin hjá Kappingarráðnum um loðsflutning og sleipingartænastu í Fuglafirði verður kærd til Vinnukærunevndina.

Kommunan góðtekur als ikki avgerðina og grundgevingarnar hjá Kappingarráðnum. 

Avgerðin verður tí kærd, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði.

Kappingarráðið hartaði Fuglafjarðar kommunu

Kappingarráðið sigur, at Fuglafjarðar Kommuna hevur brotið kappingarlógina, tí hon forðar fyritøkum uttan fyri kommununa at útinna loðsflutning og sleipivirksemi. Kappingarráðið hevur givið Fuglafjarðar Kommunu boð um at steðga við forðingunum.

Kappingarráðið sigur, at kommunan forðar partafelagnum Faroe Agency at útinna loðsflutning og sleipitænastur í Fuglafirði. Ístaðin hevur kommunan tillutað einum staðbundnum felag hesar uppgávurnar.

Hetta er ikki í lagi, sigur Kappingarráðið í eini samtykt, sum varð gjørd 15. oktober.

Kommunan valdi felag sum fyrsta val til loðsflutning

Fuglafjarðar Býráð samtykti fyri nøkrum árum síðan, at eitt felag, staðsett í Fuglafirði, skuldi vera fyrsta val í sambandi við loðsflutning. Seinni varð samtyktin formliga avtikin, men framferðin at brúka lokala felagið sum fyrsta val, helt kortini ikki uppat. Og hetta er orsøkin til, at Kappingarráðið hevur tikið málið upp.

- Valdu vit ikki at fara inn í málið, var óhepna støðan hon, at ein fyritøka hevði fingið monopol í eini av virknastu havnum í Føroyum. Henda støða kundi skjótt havt við sær, at aðrar kommunur gjørdu eftir sama leisti, sigur formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, í tíðindaskrivi.

Hann sigur seg vóna, at avgerðin hjá Kappingarráðnbum fer at hava við sær, at ein og hvør, sum hevur góðkendan bát, kann gera avtalur við reiðarí um loðsflutning og sleipitænastur. Hetta fer at tryggja kapping og lágar prísir, sigur hann.

Faroe Agency meldaði Fuglafjarðar kommunu til Kappingarráðið, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu. 

Hoyr samrøðu við borgarstjóran omanfyri. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777