- Uppskotið eitt misálit

bannari
26.10.2018 - 14:12
InnlendisPolitikkur
- Uppskotið eitt misálit
Uppskotið hjá Framsókn um at útseta kvotaskipanina í eitt ár er eitt misálit á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, sigur Jørgen Niclasen.

Andstøðan eygleiðir og tekur kanska ikki so øgiliga synd í samgonguni, sum í løtuni roynir at finna stevið aftur, eftir at Framsókn aftan fyri ryggin á hinum samgonguflokkunum langaði eitt uppskot á løgtingsborðið um at útseta skiftið frá fiskidøgum til kvotur.

Uppskotið hjá Framsókn um at útseta kvotaskipanina í eitt ár er eitt misálit á landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Tað heldur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen.

Atferðin hjá Framsókn er tekin um, at stórar ósemjur eru millum samgonguflokkarnar um fiskivinnupolitikkin, og at Framsókn heldur seg hava fingið ov lítið burtur úr samstarvinum við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, halda andstøðuflokkarnir.

Stigið hjá Framsókn er eitt misálit, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.

Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, heldur uppskotið frá Framsókn er eitt tekin um, at flokkurin ikki hevur kunnað framt síni hjartamál í hesi samgonguni.

Løgmaður má tryggja sær ein meiriluta sum heldur, sigur Bill Justinussen, tingmaður hjá Miðflokkinum, meðan formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, heldur, at uppskotið hjá Framsókn er tekin um stóru innanhýsis ósemjuna um fiskivinnumál.

Hoyr innslagið og samrøðu við andstøðutinglimir omanfyri. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449