Politiska støðan framvegis ógreið

Politiska støðan framvegis ógreið
Eingin vil enn siga nakað um, um Framsókn fer at taka uppskotið um at útseta kvotuskipanina í eitt ár, aftur.
 
31.10.2018 - 12:13

Politiska støðan er framvegis ógreið, og eingin vil enn siga nakað um, um Framsókn fer at taka uppskotið um at útseta kvotuskipanina í eitt ár, aftur. Tað hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, annars heitt á flokkin um at gera.

Tað kann bara gerast, tá tingið er saman, og tingfundur verður fríggjadagin.

Ruth Vang sum saman við Honnu Jensen legði uppskotið fram, vil ikki gera viðmerkingar til støðuna, og sigur at støðan er tann sama, sum hon hevur verið.

Heldur ikki Poul Michelsen, formaður í Framsókn, vil gera nakrar viðmerkingar til støðuna. Hann sigur kortini so mikið, at formenninir í samgonguflokkunum hava ikki tosað saman, men at tað helst verður gjørt ein av fyrstu døgunum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vil heldur ikki gera almennar viðmerkingar til støðuna. Hann sigur, at arbeitt verður saman við vinnuni fyri at gera eina umsitingarætlan fyri fiskiskapin við Føroyar. Og ein partur av tí arbeiðinum er spurningurin um kvotur ella fiskidagar. Meir vil hann ikki siga í løtuni.

Floksformenninir í samgonguni eru allir á norðurlandaráðsfundi í Oslo og koma aftur til Føroya í kvøld.

Vit hava eisini roynt at fingið orðið á Aksel V. Johannesen løgmann og formann í Javnaðarflokkinum, men til fánýtis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846