Noyða ikki talgildar loysnir niður yvir fólk

27.10.2018 - 19:12
Innlendis›Tøkni
Noyða ikki talgildar loysnir niður yvir fólk
Eingin verður noyddur at brúka talgildar loysnir, Nicolai Mohr Balle, leiðari fyri Talgildu Føroyar.

Borgarar skulu í framtíðini avgreiða øll síni viðurskifti online. Talgildu Føroyar er verkætlan, sum skal samskipa hetta arbeiðið í Føroyum.

Nicolai Mohr Balle, leiðari fyri verkætlanini, lovar teimum, ið óttast fyri skiftinum til talgilda samfelagið, at ongar talgildar loysnir verða kroystar niður yvir fólk her í landinum.

Í Talgildu Føroyar arbeiða tey miðvíst við at hava teir samfelagsbólkarnar, sum kanska hava størst ótta fyri talgilda samfelagnum, við í tilgongdini - eitt nú eldri borgarar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961