Veita einans undantøk til bráðfeingishjálp

bannari
08.11.2018 - 12:53
Innlendis›Samfelag
Veita einans undantøk til bráðfeingishjálp
Ljósmøðurnar hava vrakað tvær umsóknir um undantøk frá landssjúkrahúsinum - tær veita einans bráðfeingishjálp, sigur Annika Hoydal

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur biðið um, at ljósmøðurnar eru til staðar í sama mun, sum tá einki verkfall er, sigur Annika Hoydal, forkvinna í ljósmøðrafelagnum.

Tær hava vrakað tvær umsóknir um undantøk frá leiðsluni á landssjúkrahúsinum - í tí seinna vil leiðslan, at tær eru tvær vaktir til staðar á deildini, men tað vilja ljósmøðurnar ikki.

- Tað hava vit valt at siga nei til, tí vit eru í verkfalli, sigur Annika Hoydal, forkvinna.

Bráðfeingishjálp merkir, at bráðfeingishjálp verður veitt øllum barnakonum, sum skulu eiga, samstundis sum at ljósmóðir er til staðar, tá annar bráðfeingis tørvur er. 

Hoyr samrøðu við Anniku Hoydal omanfyri. 

Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, sigur, at í samband við barnsburð er tað umráðandi at skjót hjálp altíð er tøk. Tí vilja tey hava, at ljósmøður eru til staðar á sjúkrahúsinum alla dagin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115