Var tikin av ræði sum nevndarformaður

30.11.2018 - 22:02
InnlendisPolitikkur
Var tikin av ræði sum nevndarformaður
Í gjár var Jonhard Danielsen koyrdur úr meirilutanum í býráðnum í Runavík. Hann vil vera við, at hann er tikin av ræði sum nevndarformaður.

Stutt fyri býráðsfundin í gjárkvøldið fekk Jonhard Danielsen at vita, at hann er ikki partur av meirilutanum longur.

Meirilutin, sum nú eru 10 av 11 kommunustýrislimum, sigur orsøkina vera, at hann av órøttum hevur lagt harðliga eftir persónum í umsitingini.

Í skrivi á Facebook í síðstu viku, skrivaði Jonhard Danielsen millum annað, at tað at tosa við umsitingina í kommununi er sum at tosa við stein.

Hann nevndi eisini ein skrivara, sum var 20 minuttir ov seinur til ein fund.

Jonhard Danielsen, sum var valdur á lista C, hevur verið formaður í teknisku nevnd hetta valskeiðið, men nú hann ikki er partur av meirilutanum longur, hevur Kristian Gaardbo tikið við formanssessinum.

LES EISINI: Nú var neyðugt at umskipa býráðið

Jonhard Danielsen fekk næstflestar atkvøður á kommunuvalinum í 2016.

Hann fekk 171 atkvøður.

Hoyr samrøðu við Jonhard Danielsen, sum var send í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659