Vil hava Betrisamtakið undir politiska sjóneyku

31.12.2018 - 13:00
InnlendisPolitikkur
Vil hava Betrisamtakið undir politiska sjóneyku
Borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, finst hvassliga at Betrisamtakinum, tí tey hava avtikið p/f Heimbýli, sum skuldi byggja leiguíbúðir:
Annika Olsen, borgarstjóri.

Borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, finst hvassliga at Betrisamtakinum, tí tey hava avtikið partafelagið heimbýli, sum skuldi byggja leiguíbúðir.

Og hon rør fram undir, at politikararnir eiga at leggja uppí.

Á sínum Facebook-vanga sigur borgarstjórin, at "nú Betri tekur seg burturúr allari íbúðarbygging og harvið sigur nei takk til at lyfta okkara samfelag fram á leið, er spurningurin komin til, um vit ikki politiskt eiga at hyggja nærri at Betrisamtakinum

Annika Olsen sigur, at pensjónspengarnir fara beinleiðis av landinum til danskt felag, sum síðani setir okkara pengar í lánsbrøv, herímillum til danska íbúðarbygging.

"Hvat er meiningin við hesum? Av teimum 10 milliardunum, ið liggja i teimum føroysku pensjónsgrunnunum, kemur so at kalla onki aftur til tað føroyska samfelagið og føroyska fólkið. Er tað ómegd, undanførsla ella manglandi vilji, tá Betri sigur seg ikki kunna leggja eina krónu eftir seg til føroysk byggjari? sigur borgarstjórin í Havn.  

Tað var í gjár, at Betri boðaði frá, at partafelagið Heimbýli, sum varð stovnað í mai til at byggja leiguíbúðir, nú verður avtikið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325