Eldraøkið størsta avbjóðingin hjá kommunum

06.01.2019 - 15:17
InnlendisSamfelag
Eldraøkið størsta avbjóðingin hjá kommunum
Kommunurnar hava minni og minni av pengum til eldraøkið, sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelag Føroya.

At fíggja eldraøkið er størsta avbjóðingin hjá kommununum, tí seinastu árini hevur landið støðugt máað av pengunum sum kommunurnar fáa til eldraøkið.

Tað hevur við sær, at kommunurnar mugu nýta sín egna skatt til at fíggja eldraøkið, og tað var ongantíð ætlanin, sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelag Føroya, sum heldur fram sum formaður í felagnum í tvey ár aftrat.

Formaðurin og næstformaðurin í Kommunufelagnum standa fyri vali annaðhvørt ár.

Stýrið samtykti einmælt, at Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu skal halda fram sum formaður til 1. januar í 2021 og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu skal halda fram sum næstformaður í Kommunufelag Føroya.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086