Vilja umskipa fíggjarnevndina

09.01.2019 - 13:20
InnlendisPolitikkur
Vilja umskipa fíggjarnevndina
Andstøðan ætlar at gera eina roynd at fáa nýggjan formann í fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin skuldi hava fund í morgin, men fundurin varð avlýstur. Vandi var nevniliga fyri, at andstøðan fór at krevja at fáa umskipað nevndina og harvið koppa Ruth Vang úr forkvinnusessinum.

Tað kann andstøðan gera, tí samgongan hevur mist meirlutan í fíggjarnevndini, nú Kristin Michelsen er koyrdur úr Javnaðarflokkinum á tingi.

Kristin Michelsen er limur í fíggjarnevndini, og velur hann at stuðla andstøðuni í eini nevndarumskipan, ja, so verður Ruth Vang avloyst av einum andstøðulimi, tí tá hava andstøðan og Kristin Michelsen 4 atkvøður og samgongan bara 3.

Og Bill Justiniussen, tinglimur fyri Miðflokkin, og limur í fíggjarnevndini, ætlar at gera eina roynd at fáa nýggjan formann í Fíggjarnevndini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360