- Vænti løgmaður velur nevndirnar umaftur

25.01.2019 - 12:17
InnlendisPolitikkur
- Vænti løgmaður velur nevndirnar umaftur
Poul Michelsen sigur seg vænta, at løgmaður heldur sítt lyfti og velur allar løgtingsnevndirnar umaftur

- Eg gangi út frá at løgmaður heldur sítt lyfti og velir allar løgtingsnevndirnar av nýggjum, soleiðis at Ruth Vang aftur gerst forkvinna í fíggjarnevndini.

Soleiðis segði Poul Michelsen stutt eftir, at fíggjarnevndarfundurin í morgun var av, og tað var greitt, at Bárður á Steig Nielsen er nýggjur formaður í fíggjarnevndini.

Sambært Poul Michelsen hevur ikki bara løgmaður men eisini samgongan lovað, at Framsókn varðveitir formanssessin, skuldu nevndirnar verða valdar av nýggjum.

Bárður koppaði Ruth

Í morgun varð loksins kallað inn til fund í fíggjarnevndini, og á skránni var millum annað val av formanskapi.

Ruth Vang stóð til at fáa ein meiriluta ímóti sær, tí síðani seinasta fund er Kristin Michelsen koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, og tí hevði samgongan ikki meirilutan longur, um Kristin velur at leggja saman við andstøðuni í nevndini.

Og so bleiv eisini í dag. Andstøðutinglimirnir í fíggjarnevndini, Jacob Vestergaard, Bárður á Steig Nielsen og Bill Justinussen fingu við hjálp frá Kristini Michelsen koppað Ruth Vang og valt nýggjan formann - Bárður á Steig Nielsen.

Hoyr samrøðu við Poul Michelsen omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375