Ein almenn umsiting afturat sum kostar pengar

05.02.2019 - 12:48
InnlendisPolitikkur
Ein almenn umsiting afturat sum kostar pengar
Enn ein almenn umsiting, sum kostar pengar, sigur Bárður á Steig Nielsen um varskógvaraskipanina
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Løgtingið fer at atkvøða um varskógvaraskipanina í morgin.

Enn ein almenn umsiting, sum kostar pengar, sigur Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum um varskógvaraskipanina.

Nei, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sum eigur lógaruppskotið.

Eitt fólk hjá Landsgrannskoðanini skal umsita skipanina, sigur hon.

Tey bæði tjakaðust um varskógvaraskipanina í Góðan morgun Føroyum í morgun.

Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir frá at samtykja lógaruppskotið um varskógvaraskipan.

Møguleikarnir at boða frá óreglusemi hjá tí almenna eru Løgtingsins umboðsmaður, Landsgrannskoðanin, fakfeløgini, miðlarnir og talufrælsið, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini.

Meirilutin heldur tí ikki, at neyðugt er við enn eini almennari umsiting afturat.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla um varskógvaraskipanina verða í morgin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076