Løgmaður eigur at leggja frá sær og útskriva val

18.04.2019 - 00:18
InnlendisPolitikkur
Løgmaður eigur at leggja frá sær og útskriva val
Løgmaður eigur at taka avleiðingina av atfinningunum frá Landsgrannskoðaranum, heldur Jacob Vestergaard, tingmaður

Løgmaður kann ikki liva við lemjandi atfinningunum frá Landsgrannskoðaranum í sambandi við frágreiðingina um byggingina av skúladeplinum í Marknagili.

Atfinningarnar eiga at gera, at løgmaður leggur frá sær og útskriva val. 

Tað heldur í øllum førum Jacob Vestergaard, tingmaður og fíggjarnevndarlimur fyri Fólkaflokkin.

Byggingin av skúladeplinum í Marknagildi er ikki bara Føroya størsta byggiverkætlan nakrantíð, hon er eisini ein tann størsta politiskan gølan í føroyum nakrantíð. Byggingin fór heilt av sporinum og er endað við at kost landskassanum og harvið føroysku skattgjaldarunum 337 mió. kr. meir enn ætlað. Skúladepilin í Marknagildi kostaði ikki 391 milliónir krónur sum ætlað, men 728 milliónir krónur.

Bárður ikki so avgjørdur

Bárður á Steig Nielsen, formaður í bæði Sambandsflokkinum og fíggjarnevndini, er ikki so avgjørdur. Meðan Jacob Vestergaard heldur, at vánaliga handfaringin av byggingini skal fáa avleiðingar fyri sitandi samgongu, so tykist Bárður á Steig Nielsen meira áhugaður at hyggja frameftir.
Hann heldur, at tað er neyðugt at tryggja sær, at nakað líknandi, sum byggigølan í Marknagili ongantíð, hendir aftur.

Jacob Vestergaard hevur sjálvur sitið sum landsstýrismaður og ásannar, at landsstýrisfólk ikki skulu fara niður í smálutir í øllum málum, men byggingini av skúladeplinum í Marknagili er ikki nakað vanligt mál, heldur hann. Eitt ótal av ávaringum um, at alt ikki ruggaði rætt í Marknagili, áttu at fingið avvarandi landsstýrisfólk og løgmann at havt eftirlit við fíggjarstýringini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610