Vikugesturin

Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
17-01-2026
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, var vikugestur

- Eg græt einaferð, og so græt eg ikki aftur. Tá ið Mary Antonsdóttir gjørdist forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya fyri níggju árum síðan, hevði hon júst verið gjøgnum eitt hart ár, tí hon hevði verið í viðgerð fyri krabbamein. Men hon vildi ikki lata tað stýra sínum lívi.

Hon arbeiddi, segði ongum frá um sjúkuna, og meðan hon var í viðgerð, gjørdi hon faldarar, har hon fyrireikaði seg til at gerast forkvinna.

- Krabbin er ein skuggi, sum altíð fylgir mær, sigur Mary Antonsdóttir, sum í hesum døgum er í samráðingum vegna tey, sum eru um okkara eldru heima og í heimum.

Hon er uppvaksin í Vági. Reyða hárið hevur hon frá sínum skotska abba, sum gjørdi hertænastu í Føroyum undir krígnum.

- Eg var tað einasta reyða høvdið í Vági, sigur Mary, sum av tí sama bleiv illa happað í fólkaskúlanum. Happingin gjørdi, at hon ikki vildi aftur á skúlabonk. Hon fór at arbeiða í eldrarøktini, og seinni fór hon á Heilsuskúlan í Suðuroy.

Nú sáttmálasamráðingar við arbeiðsgevararnar er í hæddini, stríðist hon vegna sínar limir, sum ikki eru teir, sum rópa harðast, ella krevja sín rætt.

Sjálv hevur hon arbeitt í nógv ár í eldrarøktini, og hon hevur tikið á seg at tosa og stríðast fyri stillføru limirnar. Men hon vil ikki taka skeið í samskifti ella samráðingarteknikki, tí hon vil vera tann, hon er.

- Eg havi ongantíð verið til skeið í samskifti ella samráðingarteknikki. Eg havi ikki hug til at læra, hvussu eg skal tosa, so fer tað natúrliga burtur, og vit enda øll við at ljóða eins. Lat meg bara gera tað upp á mín klossuta máta og vera autentisk og ektað!

Hoyr alla samrøðuna við Mary Antonsdóttir, sum var vikugestur.

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, var vikugestur
17-01-2026
Tað var ein blanding av romantikki og musikki, sum førdi Benni til Føroya, her hann eisini hevur sínar røtur. Nú hevur hann sína síðstu konsert sum dirigentur við FSO
10-01-2026
Hjalmar Petersen var vikugestur í Vikuni
13-12-2025
Rósa Maria Restorff var vikugestur
06-12-2025
Hedvig Johansdóttir var vikugestur.
29-11-2025
Annika Hoydal, sum fylti 80 ár í vikuni, var vikugestur
22-11-2025
Ben Arabo var vikugestur í Vikuni
15-11-2025
Jóhan Christiansen, sum júst er sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, var Vikugestur.
08-11-2025
Vónbjørt Vang hevur ofta ivast, um tað var rætt at geva út bókina, sum hon vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri
01-11-2025
Kinna Poulsen, sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, var Vikugestur.
25-10-2025
Jens Sivar Djurhuus, sum tók víðagitnu myndina av Galaxy, var vikugestur í Vikuni.
18-10-2025
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið í sonnum ódnarveðri, tí hon setti sítt navn á uppskotið um fría fosturtøku.
04-10-2025